AÁB...

AÁB...

AÐALFUNDUR

Aðalfundur er á hvørjum ári í seinasta lagi á kyndilsmessu. Stýrið verður valt í sambandi við aðalfundin.

ÁLITISFÓLK

Álitisfólk felagsins eru ein týðandi partur av virkseminum hjá YF Miðnám. Tey ansa eftir, at lógir, sáttmálar og fyriskipanir í gildi á arbeiðsplássinum verða hildin. Yvirlit yvir álitisfólk er á heimasíðuni https://www.yf.fo/um-yf/stýrið-álitisfólk.

Ivast tú í tínum starvsviðurskiftum, løn, rættindum ella øðrum, kanst tú venda tær til títt álitisfólk. Álitisfólkið vendir sær síðani til Stýrið, um tørvur er á tí.

BARSIL

Foreldur barnsins hava rætt at vera heima í 52 vikur í barsilsfarloyvi. Ein partur av vikunum er oyramerktur til pápan, ein partur til mammuna, ein partur kann býtast ímillum. Av tí at reglurnar um barsilsviðurskifti ofta verða dagførdar, vísa vit til heimasíðuna www.barsil.fo fyri nágreiniliga kunning. Av áðurnevndu vikum verður eitt tíðarskeið goldið av arbeiðsgevaranum. Tær vikurnar, ið arbeiðsgevarin ikki rindar lønina í barsilsfarloyvinum, kanst tú søkja um barsilspening frá Barsilsskipanini.

Um limagjald í barsilsfarloyvistíðarskeiðinum sí “Farloyvi”.

Vend tær til álitisfólk ella stýrið, um tú hevur spurningar um barsilsfarloyvi.

BÚSTAÐUR

Minst til at boða YF Miðnám frá, um tú skiftir bústað.

EFTIRLØN OG PENSJÓN

Limir í YF hava sínar pensjónir og eftirlønir í LÍV. Lesið um hetta í faldara undir breddanum ”Eftirløn” á heimasíðuni.

Sum limur í YF ert tú harumframt tryggjað/-ur við samlagstrygging, sum fevnir um útgjald (skattafrítt) við deyða á kr. 600.000 fyri limir undir 50 ár, kr. 500.000 millum 50 og 59 ár og kr. 400.000 fyri limir millum 60 og 66 ár og eitt útgjald á kr. 150.000 við hættisliga sjúku.

Eisini er útgjald á kr. 100.000 fyri barn við hættisligari sjúku.

Limir gjalda til LÍV av eftirlønini. Um títt gjald er minni enn kr. 275,-, kanst tú gjalda munin til YF eftir avtalu.

FARLOYVI

Boða frá á yf@yf.fo um tú fert í farloyvi. Fært tú løn í farloyvinum heldur limaskapurin fram óbroyttur, t.d. teir fyrstu mánaðirnar, tú ert í barsilsfarloyvi. Fært tú ikki løn í farloyvinum fært tú rokning frá YF Miðnám á kr. 275,- um mánaðin. Hetta er fyri umsiting hjá YF og tryggingargjald til LÍV. Tá ið tú fært løn frá arbeiðsplássinum aftur, eigur tú at boða frá, so mánaðarligu rokningarnar steðga og limagjaldið til YF aftur kann takast av lønini ígjøgnum Gjaldstovuna.

HEIMASÍÐAN

Á www.yf.fo er kunning um limaviðurskifti, tryggingar og annað.

HÚSIÐ

Í húsinum er skrivstova, køkur, stova á loftinum. Í miðhæddini er gestakamar og eitt størri høli til fundir o.a.

Vend tær til næstforfólkið, um tú ynskir at nýta húsið.

LIMAGJALD

Limagjaldið er 1,25 % av føstu mánaðarlønini. Harafturat er eitt serstakt minsta gjald til limir í farloyvi, arbeiðsleysar limir, limir, ið eru farnir frá við eftirløn, og limir, ið søkja sær meira útbúgving uttan at fáa løn undir útbúgving og líknandi. Hetta limagjaldið er í 2019 kr. 275,- um mánaðin.

Gjaldstovan tekur limagjaldið av A-inntøkuni. Sí tó “Farloyvi” og “Barsilsfarloyvi”.

PENSJÓN

Sí “Eftirløn”.

RÆTTINDI

Vit mæla til, at tú fyrst vendir tær til títt áltisfólk, um tú hevur spurningar um tíni limaviðurskifti, tíni rættindi, sáttmála ella annað. Yvirlit yvir álitisfólk, teldupost og telefon er á heimasíðu felagsins. Hevur tú av tørv á at koma beinleiðis í samband við Stýrið, kann hetta gerast við at skriva til yf@yf.fo ella ringja 311916/283916.

SAMSTARV

YF samstarvar við onnur fakfeløg, serliga við GL (Gymnasieskolernes Lærerorganisation). YF er limur í NLS (Nordiske Lærerorganisationers Samråd). YF útvegar lærarastovunum blaðið ”Gymnasieskolen”, ið GL gevur út.

SÁTTMÁLI

Nýggjur sáttmáli varð undirskrivaður 9. mai 2019. Sáttmálin er galdandi til 30. sep. 2020. Sáttmálin er á heimasíðu felagsins: https://www.yf.fo/fyri-limir/sáttmálin. Til ber at útskriva hann har, ella biðja álitisfólk lata tær eitt eintak.

STÝRISFUNDUR

Stýrið í YF Miðnám hittist til fundar fríggjadagar í maka viku. Skriva á yf@yf.fo um tú hevur ein fyrispurning ella mál til Stýrið. Ofta vita álitisfólkini svar uppá tín spurning, og tað kann tí vera hent at venda sær til tey fyrst.

TÍMALÆRARAR

Tímalærarar fáa ikki vanliga løn í juli. Tí verður rokning fyri limagjald send fyrst í august.

Dagført august 2019