Hugbreytin á miðnámi í fríum falli

Tá ið umsóknarfreistin til miðnám var farin 15. mars í ár, vísti tað seg, at færri lesandi søktu um at sleppa at ganga á hugbreytini, og hugbreytin er minkað nógv. Hetta var væntandi, tí ein fyrsta ávaring kom longu í fjør, tá ið umsóknartalið lækkaði nógv. Men hugbreytin má ikki blakast fyri borð. Vit hava tørv á teimum eginleikum og tí hugsunarhátti, ið hugbreytarnæmingar fáa í skjáttuna. Missa vit hugbreytina, missa vit breytina, har pláss er fyri at læra fremmandamál, at læra um fremmandar mentanir, at fara í dýpdina við hugburði, sjónarmiðum, kjaki og øðrum. Hugvísindaligi hugsunarhátturin hevur týdning í einum samfelagi, har vit arbeiða meira og meira og skjótari og skjótari og gerast strongdari og strongdari. Hugbreytin gevur førleikar, ið ikki altíð eru so lættir at viga og máta, men sum tó hava týdning fyri bæði samfelagið og einstaka menniskjað. 

Ein orsøk, til at hugbreytin minkar, sigst vera kravið um at hava havt týskt í fólkaskúlanum. Ongin lærugrein er kravd fyri at verða upptikin á búskaparbreyt á miðnámi, og á náttúrubreyt skal næmingurin hava havt alis- og evnafrøði fyri at verða upptikin. Allir næmingar hava alis- og evnafrøði í 7. flokki, og seinnu árini kann lærugreinin veljast. Øll kunnu søkja á búskaparbreyt, tí har er onki krav um ávísa lærugrein. Men næmingar skulu aktivt velja týskt í 8. flokki uttan at hava havt tað sum kravda lærugrein fyrst fyri at hava møguleika at søkja um upptøku á hugbreytini. Hesin mismunur tænir als ikki nøkrum næmingi og hevur ført við sær, at umsóknartalið á hugbreyt er lækkað alt ov nógv seinastu árini. 

Tað, ið næmingarnir duga, áðrenn teir koma á miðnám, sæst aftur á breytunum. Búskaparbreytin sigst vera tann breytin, ið nú noyðist at taka allar teir næmingarnar, ið ikki tímdu at velja týskt í fólkaskúlanum. Og eg sigi tey ikki ring fyri tað. Týskt fyllir rættiliga nógv í tímatalvuni. Alis- og evnafrøði er í 7., 8. og 9. flokki við ávikavíst 60, 60 og 90 tímum. Týskt fæst í 8., 9. og 10. flokki og fyllir 120, 120 og 120 tímar. Hesir tímar skulu aktivt veljast til, meðan teir fyrstu 60 í alis- og evnafrøði longu eru í skjáttuni, uttan at næmingurin brúkar vallærugrein til tað. Tað sigur seg sjálvt, at tað bert er ein lítil partur av næmingunum, ið velur týskt, tá ið tað fyllir so stóran part av tímatalvuni, og tað lættliga ber til at sleppa á miðnám uttan at velja týskt. 

Her mugu okkara myndugleikar traðka til og ganga fremst. Hugbreyt, náttúrubreyt og búskaparbreyt eru komplementerar breytir, har ongin er týdningarmiklari enn onnur. Men soleiðis sum myndugleikar okkara hava skipað krøv í fólkaskúla og miðnámi, kann ein fáa ein varhuga av, at soleiðis er tað ikki í veruleikanum. Okkara samfelag er í ferð við at fáa tunnilsjón, har førleikar, ið liggja nær náttúrubreyt og búskaparbreyt, eru í fokus, og førleikar, ið liggja hugbreytini nær, hvørva meira og meira. Hetta eiga vit ikki at lata ganga. Okkara samfelag hevur tørv á, at vit borgarar eru ymiskir og hava ymiskar førleikar og bakgrundir.

Tíðin er komin til, at myndugleikarnir broyta hetta og javnseta breytirnar. Allar dyr eiga at vera opnar, tá ið næmingurin er liðugur við fólkaskúlan. Antin skal týskt verða kravd lærugrein í fólkaskúlanum eins og alis- og evnafrøði, ella mugu dyrnar javnsetast soleiðis, at ongi krøv verða sett fyri upptøku á nakrari breyt. Hetta síðsta ivist eg stórliga í, at nakar ynskir. Krøv kunnu saktans setast næmingum. Hetta er skúli, endamálið er at læra. Við at seta krøv um ávísar lærugreinar til ávísar breytir, tryggjar mann, at næmingarnir hava eina grundleggjandi viðkomandi vitan. Hetta kann gera skiftið frá fólkaskúla til miðnám lættari og samstundis minka vandan fyri fráfalli á miðnámi, tí at gjógvin er ov stór millum skúlastigini. 

Fyri hugbreytina er tað neyvan avgerandi, hvørt tað er týskt ella franskt, ið er kravd lærugrein (týskt verður tó ofta mett at stuðla føroyskum sum lærugrein), men tað hevur týdning, at næmingarnir hava lært at læra eitt fremmandamál og enntá eitt, har orðfeingið ikki kemur nærum av sær sjálvum við filmum, Youtube, TikTok og øðrum appum. 

Lat okkum geva ungu borgarum okkara fleiri møguleikar heldur enn færri. Lat okkum fjálga um fjølbroytni næminganna og geva teimum javnsettar møguleikar at velja breyt á miðnámi. 


Tina K. Jakobsen, forkvinna

Yrkisfelagið Miðnám

Stýrið hevur skipað seg

Takk, Birna, fyri tín frálíka innsats sum forkvinna í Yrkisfelagnum seinastu tvey árini. Tú hevur leitt felagið væl í mongum málum og her at enda eisini seinastu samráðingunum, ið endaðu við einari søguligari høgari lønarhækkan. Tú hevur sera gott innlit í økið og lukkutíð heldur tú fram í nevndini sum kassameistari, nú tú ynskti nýggjan sess. Á henda hátt varðveita vit tíbetur títt íkast í Stýrinum. 

Á fundi 2. februar 2024 skipaði Stýrið seg soleiðis: Tina K. Jakobsen, forkvinna, Jóhan Petur Holm, næstformaður, Maria Chun Nielsdóttir, skrivari, Birna Heinesen, kassameistari, Magni Høgnesen, stýrislimur.

Varalimirnir eru Petra Arge Eliasen og Nikolina Olsen. 

Semja undirskrivað

Seinnapartin 9. januar 2024 var Stýrið í Tinganesi og skrivaði undir semju við Fíggjarmálaráðið. Nýggi sáttmálin og nýggju lønartalvurnar, sum eru galdandi frá 1. oktober 2022 til 30. september 2025, verða tøk sum skjótast á heimasíðu okkara og á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum. 


30/12-2023 

Innkalling til aðalfund hjá

Yrkisfelagnum Miðnámi

 

Aðalfundur felagsins verður leygardagin 20. januar 2024 kl. 14.00 á Miðnámi á Kambsdali.

 

Skrá sambært viðtøkunum:

a. Velja fundarstjóra og tveir skrivarar

b. Góðkenna skránna

c. Ársfrágreiðing til góðkenningar

d. Grannskoðaður roknskapur leggjast fram og góðkennast

e. Góðkenna fíggjarætlan og áseta limagjald

f. Mál frá stýri og limum

g. Stýrisval

h. Velja tveir grannskoðarar millum limirnar

i. Ymiskt

 

Undir punkt g. kann upplýsast, at Birna Heinesen, Maria C. Nielsdóttir og Hallur Oskar Olsen standa fyri vali. Hallur stillar ikki upp aftur.

Eisini skal ein varalimur veljast.

 

Kunning

Mál sum á skrá á aðalfundinum, skulu verða Stýrinum í hendi skrivliga í seinasta lagi leygardagin 6. januar á yf@yf.fo.

Uppstillingar til stýrisvalið skulu vera granskoðarunum Høgna av Skarði, has@glasir.fo, og Brynjálvi I. Johansen, bij@glasir.fo, í hendi í seinasta lagi leygardagin 6. januar.

Tveir stillarar skulu senda váttan fyri hvønn uppstillaðan.

 

Endalig skrá við mannagongdum í sambandi við valið, tilmelding o.ø. verður send út í seinasta lagi 10 dagar áðrenn fundin.

 

Við fakfelagskvøðu

Vegna Stýrið

Birna Heinesen, forkvinna

Samhugaverkfall

Yrkisfelagið Miðnám fer í samhugaverkfall við Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Yrkisfelagið Miðnám boðar við hesum frá, at felagið lýsir samhugaverkfall á sáttmálaøkinum millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám at galda frá kl. 07.00 fríggjadagin 3. novembur 2023 til kl. 17.00 fríggjadagin 3. novembur 2023.

Samhugaverkfallið umfatar limir felagsins, sum eru umfataðir av sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Birna Heinesen á samráðingarfundi í NLS

Í hesum døgum, meðan vit sjálvi eru til samráðingar, er Birna Heinesen farin til Danmarkar á netverksfund fyri samráðingarleiðarar í fakfeløgunum í Norðurlondum.

Ætlanin við hesum fundum er at geva hvør øðrum íblástur og skifta orð um royndir í sambandi við samráðingar.

Hetta er fyrsti fundur av sínum slag, og hava fakfeløgini í dag havt framløgur um samráðingarskipanirnar í ymisku londunum og eisini hevur orðaskifti verið um lønarlag, trýpartasamráðingar og samstørv millum fakfeløg.


Nú byrja samráðingarnar

15. sep. 2023 handaði Stýrið Fíggjarmálaráðnum krøvini til sáttmálasamráðingarnar.

Samstundis fekk Stýrið krøvini frá Fíggjarmálaráðnum. Partarnir hittast aftur 29. september. 

LESARABRÆV BIH 2023 og hvussu við miðnámi.docx

...og hvussu við miðnámi?

Lesarabræv, Birna Heinesen. 14. sep. 2023

Facebook