Innliman
Avrit av útbúgvingarprógvi skal sendast saman við innlimanarskjalinum.
Hjartaliga vælkomin í Yrkisfelagið Miðnám
Endamál felagsins er orðað í §1 í lógum felagsins:
“…at virka til frama fyri útbúgvingar á miðnámsskúlaøkinum, øðrum útbúgvingum og útbúgvingartongdum økjum á javnmettum stigi, at røkja áhugamál limanna, bæði fíggjarliga, starvsliga og fakliga.”
Hetta verður gjørt á tann hátt, at Stýrið í YF Miðnám tekur sær av alskyns málum, ið stinga seg upp.
Samband við stýrið fæst á yf@yf.fo ella við at ringja til felagið ella forfólkið.
Álitisfólk eru ein ein týðandi partur av felagnum. Á hvørjum arbeiðsplássi er minst eitt álitisfólk. "Yvirlit yvir álitisfólk".
YF Miðnám er úrslit av einari samanlegging av yrkisfeløgunum Yrkisfelag Studentaskúla og HF-lærara og Lærarafelag Handilsskúlans.
YF Miðnám er fakfelagið fyri lærarar á studentaskúlum, HF-skeiðum, Fiskivinnuskúlanum, Námi og Handilsskúlunum.
Í YF Miðnám eru gott 200 limir, og felagið hevur heimstað í Varðagøtu 8, í Havn.
Húsið er ogn felagsins og kann nýtast av øllum limum til m.a. fundir, skeið ella onnur tiltøk. Set teg í samband við Magna Høgnesen á mgh@kambsdalur.fo, um tú ynskir at nýta húsið til eitthvørt tiltak.
Hvussu kann YF hjálpa tær?
· YF veitir ráð og vegleiðing um øll sáttmálaviðurskifti.
· YF samráðist við Lønardeildina á Fíggjarmálaráðnum um sáttmálar og sáttmálaviðurskifti.
· Limir kunnu venda sær til álitisfólk á arbeiðsplássinum við alskyns spurningum og málum. Álitisfólkið og YF veita ráðgeving og vegleiðing. Spurningarnir kunnu vera um løn, feriu, barsil, eftirløn og mangt annað. Er tørvur á løgfrøðiligari vegleiðing ella hjálp, hevur YF hetta til taks.
· YF skipar fyri fakligum tiltøkum, herundir aðalfundinum og nevndarlimir luttaka á fundum og skeiðum, ið hava felagsins áhuga.
Við fakfelagskvøðu
Stýrið fyri Yrkisfelagið Miðnám