Gamlar fráboðanir o.a.

Aðalfundur

Árligi aðalfundurin verður leygardagin 20. januar 2018 kl. 15.00 í hølum felagsins í Varðagøtu 8.

Kári Holm Johannesen, sosiologur, leggur fram um høga kendleikan í smáum samfeløgum. Hvussu ávirkar tað okkara atburð og hugsunarhátt, at vit øll kennast, ella hava kendskap til hvønn annan?

Um tit hava áhuga fyri evninum, kunnu tit lesa meira í serritgerðini hjá Kára Høgur kendleiki í smásamfeløgum , sum er at finna á heimasíðuni hjá Samfelagnum.

Stýrið 2019:

  • Nikolina Olsen, forkvinna. Tlf.: 283816 form@yf.fo
  • Búgvi Poulsen, næstformaður. Tlf.: 210029
  • Tina I. Jakobsen, skrivari. Tlf.: 216064
  • Olgar Danielsen, kassameistari. Tlf.: 457511
  • Høgni av Skarði, stýrislimur. Tlf.nr: 227468
  • Suni Y. Petersen, tiltakslimur. Tlf.: 503498

Stýrislimirnir kunnu røkkast við telduposti á yf@yf.fo.

Verkfallið avlýst

Tórshavn 14. januar 2018

Góðu limir í Yrkisfelagnum Miðnámi

Av tí at Føroya Pedagogfelag hevur skrivað undir sáttmála við FMR og KAF í nátt, avlýsir YF fráboðaða verkfallið, sum skuldi verða ímorgin.


Vegna

Yrkisfelagið Miðnám

Kári Jespersen, formaður

Tórshavn 12. Januar 2018

24 tíma samhugaverkfall

Góðu limir

Hervið verður boðað frá, at Yrkisfelagið Miðnám, saman við 20 øðrum fakfeløgum, fer í samhugaverkfall við Føroya Pedagogfelag frá mánadegnum 15. januar kl. 07.00 til týsdagin 16. januar kl. 07.00; treytað av, at semja ikki er funnin millum partarnar.

YF noktar hervið limum sínum at taka upp verkfalsrakt arbeiði.

Virðingarmest

Yrkisfelagið Miðnám

Kári Jespersen, formaður

Yvirlýsing frá fakfeløgunum

Yvirlýsingin er send føroysku miðlunum:

Undirritaðu 31 fakfeløg vísa Føroya Pedagogfelag sín treytaleysa stuðul og krevja at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið taka ábyrgd og fara aftur til samráðingarborðið og loysa sáttmálatrætuna.

Føroya Pedagogfelag og fakfeløgini øll hoyra í miðlunum, at almenni arbeiðsgevarin ynskir samráðingar, men er veruliga ynski um tað, so er at vísa tað í verki.

Megnar Lønardeildin ikki at samráðast vegna fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, so mugu landsstýriskvinnan og forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum taka um endan og loysa málið. Tað, sum higartil er komið fram umvegis almenn úttalilsir, fremur ikki málið, og nú mugu tey, sum standa við ábyrgd, taka um endan.

Fakfeløgini átala harðliga, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið brúka ivasamar skuldsetingar og áhaldandi brúka miðlar, gerðarrættin og onnur óviðkomandi amboð ístaðin fyri at samráðast og loysa málið.

Lønardeildin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er almenni og kommunali samráðingarparturin og eru sett at tæna okkum løntakarum, og sum vit øll rinda fyri. Tí má minsta kravið vera grundleggjandi virðing og at farið verður siðiliga fram. Framferðarhátturin leingir bara ósemjuna og ger tað trupult at skula samstarva framyvir, tí álitið verður so grundleggjandi skeiklað.

Við fakfelagskvøðu,

Ergoterapeutfelagið

Fysioterapeutfelag Føroya

Starvsmannafelagið

Bioanalytikarafelagið

Føroya Fiskimannafelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Føroya Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðarafelag

Yrkisfelagið Miðnám

Maskinmeistarafelagið

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Ljósmøðrafelag Føroya

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Akademikarafelag Føroya

Kost- og Føðslufelagið

Búskapar & Løgfrøðingarfelag Føroya

Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar- fíggjar- kt og líknandi fyritøkum

Heilsuhjálparafelag Føroya

Heilsurøktarafelagið

Føroya Lærarafelag

S&K

Føroya Handverkarafelag

Arkitektafelagið

Føroya Verkfrøðingafelag

Samtak

Magistarafelag Føroya

Føroya Byggifrøðingafelag

Farmakonomfelagið

Føroya Tekniska Lærarafelag