Tíðindi frá Yrkisfelagnum

Væl vitjaður aðalfundur í Varðagøtu (januar 2023)

Takk fyri ein hugnaligan, lívligan og gevandi aðalfund!


Tað er at fegnast um, at undirtøkan á fundinum var so stór, og at vit aftur kundu vera í hugnaligu húsunum í Varðagøtu!

Tað var áhugavert at hava vitjan av nýggja landsstýrismanninum og fulltrúanum á okkara øki.

Vit upplivdu ein vilja til at lurta eftir okkara sjónarmiðum og vónandi fara vit at hava eitt gott samstarv, har úrslit eisini fara at vísa seg, okkara limum, næmingum og samfelag at gagni.

Nýggja Stýrið fer í næstum at skipa seg!

Niðanfyri kunnu orðini, sum forkvinnan segði áðrenn landsstýrismaðurin fekk orðið, lesast:

"Hvorfor see Blomsterne saa daarlige ud i dag?" (Andersen, 1835, s. 1)

Soleiðis spyr lítla Ida studentin í ævintýrinum Den lille Idas Blomster, sum H.C. Andersen skrivaði í 1835. Studenturin svarar, at hálvfølnaðu blómurnar, sum Ida hentaði í gjár, síggja soleiðis út, tí tær hava verið í veitslu um náttina. Vit síggja, hvussu Ida livir seg inn í frásøgnina hjá unga studentinum, meðan tey eldru í ævintýrinum halda, at tað er fjas at billa gentuni slíkt inn. Síðst í ævintýrinum sigur hon:

"og naar siden de norske Fættere kommer herhen, saa skal de være med at begrave Eder ude i Haven, at I til Sommer kan voxe op og blive endnu meget smukkere.!" (Andersen, 1835, s. 5)

Gentan lærdi nakað týdningarmikið frá studentinum, hon lærdi nakað um lívið og deyðan; um tað, sum fer, og tað, sum kemur.

Hetta ævintýr sigur okkum, at undirvísing skal læra næmingarnar okkurt. Hon skal vera læring millum javnlíkar, ið síðan skal lyftast upp á eitt hægri fatanarstig. Studenturin í ævintýrinum fór niður á sama stig sum Ida eina løtu, meðan tey vaksnu ristu við høvdinum.

Soleiðis kann tað ofta kennast at vera lærari. Vit eru sum studenturin í søguni, ið er noyddur at laga seg til fatanarstigið hjá Idu. Og hini, sum ikki kenna okkara lærugreinir ella umstøður at arbeiða undir, skilja ikki altíð okkara støðu, hóast mong munnu vera samd um, at tíðin á miðnámi var góð.

Mong sita við kensluni, at vit lærarar eru ósjónligir í samfelagnum. Tað er sjáldan, at okkara arbeiði er viðgjørt millum almenningin. Kanska tí vit nettupp laga okkum eftir umstøðunum og eftir næmingunum, ið hava ymiskan tørv. Alskurin til okkara lærugrein og drívmegin at læra komandi ættarlið tað, sum krevst fyri at sleppa víðari, ger, at vit klára at halda okkum uppundan, eisini úti á djúpum sjógvi, tí soleiðis eru treytirnar í okkara arbeiði.

Tí stúri eg fyri, hvussu langt út hin einstaki lærarin svimur fyri at røkka málinum. Hyggja vit at broytingunum, sum hava verið, síðan vit fingu nýggja miðnámsskúlaskipan, har endamálið var at spara landskassanum pengar, er svarið, at miðnámsskúlalærarin er noyddur at svimja sera langt út fyri at røkka sínum fakligu málum.

Tí vóna vit at vit fara at hava eitt gott samstarv við nýggja landstýrismannin, nýggja aðalráðið og tey fólkini, sum nú umsita okkara øki.

Og at vit sum fakfelag og fakfólk verða vird og hoyrd, tá avgerðir skulu takast, sum raka okkum og okkara øki.


Innkalling til aðalfund hjá Yrkisfelagnum Miðnámi (januar 2023)

Aðalfundur felagsins verður fríggjadagin 20. januar 2023 kl. 19.00. Gestarøðarin, sum í ár er Djóni Nolsøe Joensen, kemur kl. 18.00. Neyðugt er við tilmelding á yf@yf.fo, sum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 16. januar 2023.

Skrá áðrenn fundin:

18.00 Forkvinnan bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð

18.10   Landsstýrismaðurin fær orðið

-        Høvi verður at seta spurningar.

19.00 Fundurin byrjar. Døgurði verður at fáa á fundinum.

 

Aðalfundurin verður skipaður við skrá sambært viðtøkunum:

a.              Velja fundarstjóra og tveir skrivarar

b.              Góðkenna skránna

c.              Ársfrágreiðing til góðkenningar

d.              Grannskoðaður roknskapur leggjast fram og góðkennast

e.              Góðkenna fíggjarætlan og áseta limagjald

f.               Mál frá stýri og limum:

                   I.         Broyting í viðtøkum: flyta aðalfundin til seinni á árinum (Stýrið)

                  II.          Umfatandi umvælingar av húsunum í Varðagøtu (Stýrið)

                 III.           Stýrið biðir aðalfundin um heimild til at kanna keyp av frítíðarhúsi (Stýrið)

g.               Stýrisval

                         I.          Stýrisvalið er avgreitt. Varalimir skulu veljast.

h.              Velja tveir grannskoðarar millum limirnar

i.                Ymiskt


Undir punkt g. kann upplýsast, at Búgvi Poulsen stóð fyri valið. Magni Høgnesen, tók sum varalimur sæti fyri Olgar Danielsen, og stóð eisini fyri valið. Búgvi valdi ikki at stilla upp aftur.

 

Tá freistin var farin fríggjadaign 6. januar, vóru tvey uppstillað til stýrisvalið. Hesi vóru Magni Høgnesen, sum starvast á Kambsdali og Tina Jakobsen, sum starvast á Glasi. Tey bæði eru vald – hjartaliga til lukku!

 

Stýrið hevur í samráð við granskoðararnar avgjørt, at vit skjóta upp fyri fundin, at varalimir skulu veljast á fundinum.

 

Praktisk viðurskifti

Fundurin verður ætlandi í fakfelagshúsinum í Varðagøtu 8. Um undirtøkan verður størri enn vit rúma í Varðagøtu, flyta vit fundin. Kunning um hetta kemur 1-2 dagar áðrenn fundin.

Um onkur er, sum ikki er limur, men vil tekna seg sum lim, eru tey vælkomin at møta upp á aðalfundinum og tekna seg tá. Neyðugt er at gjalda limagjald fyri januar mánaða fyri at hava atkvøðurætt á aðalfundinum.

 

 

Við fakfelagskvøðu

 

Vegna Stýrið

Birna Heinesen, forkvinna

Yrkisfelagið Miðnám ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár (desember 2022)

Vit ynskja øllum limum og samstarvsfeløgum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár!

Myndin er tikin á seinasta stýrisfundi í NLS - Nordiska Lärarorganisationers Samråd, har forkvinnan luttók.

Fundurin varð hildin í Tåby norðanfyri Stokkholm í hugnaligum og jólaligum umhvørvi seinast í novembur.

Hóast umhvørvið var hugnaligt, so er boðskapurin frá fakfeløgunum ikki so hugnaligur: vit mangla, og fara at mangla lærarar í øllum Norðurlondum komandi tíðina.

Størsta uppgávan er tískil at standa saman fyri at loysa avbjóðingarnar, so at vit sum starvast við at menna og útbúgva okkara børn og ungu, fáa tær umstøður sum eru neyðugar.

Hetta ynskja vit okkum ikki bert í jólagávu. Vit ynskja okkum hetta sum eitt langtíðar politiskt mál!

Fyri okkara børn, fyri okkara ungu og ikki minst fyri okkara samfelag.

Forkvinnan á skeiði hjá NLS í Nyborg

Í farnu viku var forkvinnan í YF á summarskeiði hjá NLS – Nordiska Lärarorganisationers Samråd, saman við tveimum nevndarlimum í Føroya Lærarafelag

NLS er ein felagskapur fyri fakfeløg í Norðurlondum, ið hava limir sum starvast frá vøggustovu til og við miðnám. NLS skipar fyri summarskeiði annaðhvørt ár í einum av limalondunum, og í ár var summarskeiðið í Nyborg í Danmark. Evnið á skeiðnum var arbeiðsumhvørvi og vóru fyrilestrahaldarar í stóran mun úr Danmark. 

Á fyrilestrunum vóru millum annað evni sum haldfør menning, arbeiðsbyrða, karmar, tilfeingi og talgilding, viðgjørd.

”Eg haldi tað vera týdningarmikð hjá okkum fakfeløgum í Føroyum at samstarva við fakfeløgini í hinum londunum. Á skeiðnum hava vit sæð og hoyrt hvørjar avbjóðingar eru í hinum londunum og hvussu tær verða loystar, og samstundis kunnu vit greiða frá hvussu vit gera í Føroyum. Tá 100 fólk, sum brenna fyri sínum arbeiði, eru saman til kjak og fyrilestrar í 5 heilar dagar, so kemur øðiliga nógv burturúr”, sigur forkvinnan.

Tey trý sum umboðaðu Føroyar, forkivnnan úr Yrkisfelagnum Miðnámi, Birna Heinesen, Eyðbjartur Sólheyg Skaalum, nevndarlimur í nevndini hjá Føroya Lærarafelag og Jona Højsted, kassameistari í nevndini í Føroya Lærarafelag, eru øll samd um, at hesi skeið eru sera týdningarmikil, tí so nógv spyrst burturúr, sum kann brúkast í fakfelagsarbeiðinum, so vónandi koma fleiri við á næsta summarskeið.

Tey trý eru avmyndað til veitsluna sum var seinasta kvøldi á skeiðnum.

Stýrið hevur skipað seg

Januar 2022

Á fyrsta stýrisfundi eftir aðalfund felagsins 28. januar 2022, hevur Stýrið skipað seg á fundi 2. februar 2022:

Birna Heinesen, forkvinna

Búgvi Poulsen, næstformaður

Hallur Oskar Olsen, kassameistari

Maria Chun Nielsdóttir, skrivari

Olgar Danielsen tók avgerð á fundinum um at taka seg úr nevndini. Tískil kemur Magni Høgnesen í nevndina fyri Olgar Danielsen, fráfarandi formann.

Stýrið takkar Olgari fyri stóra arbeiðið, hann hevur lagt í Yrkisfelagið síðani feløgini vóru løgd saman í 2013, og undan tí í Handilsskúlalærarafelagnum í tíðarskeiðnum 2007 - 2013. Olgar hevur samvitskufult røkt starvið sum kassameistari í seks ár, og seinastu tvey árini hevur hann verið formaður felagsins. 

Úrslit av stýrisvali 2022

Januar 2022

Vald inn í Stýrið:


Maria Chun Nielsdóttir

Birna Heinesen

Hallur Oskar Olsen


Tiltakslimir

Magni Høgnesen

Suni Y. Petersen

Semjan undirskrivað

YF og Fíggjarmálaráðið hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála. Sáttmálin verður galdandi fyri tíðarskeiðið frá 1. oktober í 2020 til tann 30. september 2022. 

Semjan hevur millum annað við sær, at lønirnar hækka 2,05% 1. januar og 1,25% 1. oktober í ár. 

Stýrið 

 

Á myndini eru frá vinstru: Høgni av Skarði, Búgvi Poulsen og Olgar Danielsen frá YF, Jørgen Niclasen og Bjarni Mortensen frá Fíggjarmálaráðnum og Eyðun Jacobsen frá Undirvísingarstýrinum. Mynd frá fmr.fo 

Stýrið skipað seg eftir aðalfundin

Búgvi Poulsen og Olgar Danielsen vóru afturvaldir í stýrið, og Magni Høgnesen valdur til tiltakslim. 

 

Boðað verður frá, at Stýrið hevur skipað seg og heldur fram óbroytt soleiðis:


 

Olgar Danielsen, formaður

Búgvi Poulsen, næstformaður

Høgni av Skarði, kassameistari

Birna Heinesen, stýrislimur

Vónbjørt Tróndheim, skrivari

Magni Høgnesen, tiltakslimur.

Stýrið skipað seg

Februar 2020

Góðu limir

Á stýrisfundinum 7. februar 2020 skipaði stýrið seg. Olgar Danielsen varð einmælt valdur til formann. Hann hevur drúgvar royndir í fakfelagsarbeiði, fyrst sum stýrislimur í Lærarafelag Handilsskúlans og síðani í samanlagda stýrinum í YF Miðnám. Tey seinastu árini hevur hann røkt starvið sum kassameistari.

Búgvi Poulsen heldur fram sum næstformaður. Hetta er fjórða árið hjá honum í stýrinum. Nýggur kassameistari er Høgni av Skarði, sum hevur sitið í stýrinum síðani 2018. Vónbjørt Tróndheim varð vald sum skrivara. Hon var útbúgvingarleiðari í fýra ár í Hoydølum og røkti í hesum sambandi eisini skrivarauppgávur. Birna Heinesen er vanligur limur. Sum forkvinna í lærararáðnum á Kambsdali hevur hon eisini viðkomandi royndir.

Nikolina verið á NLS fundi í Álandi


Nordisk Lærerorganisations Samråd - Yrkisfelagið Miðnám, Lærarafelagið og Pedagogfelagið hava 21. og 22. mai verið á norðurlendskum fundi í Álandi, har ymisk viðurskifti hava verið til viðgerðar.

Umframt at leggja ætlanir fyri virksemið komandi tvey árini, varð ein eftirmeting gjørd av summarskeiðnum, ið varð hildið í Føroyum í fjør, har 134 luttakarar vóru úr øllum norðanlondunum. Eftirmetingin vísti, at nærum øll vóru sera væl nøgd við skeiðið.

Eisini varð kunnað um arbeiðsviðurskifti í Álandi, ið á sama hátt, sum vit í Føroyum, líða undir manglandi viðlíkahaldi og nýbygging av skúlum og stovnum. Víst varð eisini á, at strongd og harðskapur er ein vaksandi trupulleiki í norðurlendskum høpi, og verða lærarar og námsfrøðingar, í størri mun enn áður, rakt av hesum.

Fundurin er eitt forum, har vit í norðanlondum kunnu byggja netverk, og har kunnað verður um, hvat ymisku londini arbeiða við.

Á myndini eru frá vinstru: 

Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, Nikolina Olsen, forkvinna Yrkisfelagsins og Jógvan Philbrow, formaður Føroya Pedagogfelags.

Til ber at lesa um NLS á heimasíðu felagsskapsins.

Semja undirskrivað millum Yrkisfelagið og Fíggjarmálaráðið

Í dag, 9. mai, varð trý ár semja undirskrivað millum YF og FMR. Talan er um trý ára sáttmála fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2017 til 1. oktober 2020. 

1. oktober 2017 hækkar lønin 2,3%

1. oktober 2018 hækkar lønin 2,5%

1. oktober 2019 hækkar lønin 2,56%

Harafturat eru nakrar tillagingar gjørdar.

Á myndini eru frá vinstru:

Olgar Danielsen, Búgvi Poulsen, Tina K. Jakobsen, Høgni av Skarði, Nikolina Olsen, Kristina Háfoss og Bjarni Mortensen (mynd: fmr.fo)

TIL MINNIS UM HANS ANDREAS DAM JOENSEN

Margreta Knudsen hevur givið okkum loyvi at leggja hesi vøkru minningarorð um fyrrverandi fakfelagsmann og starvsfelaga okkara Hans Andreas Joensen á heimasíðu YFs.

Tað vóru tung boð at frætta fyri viku síðani, at Hans Andreas var farin bara 63 ára gamal. Í fjør um hesa tíðina var hann ein fullvirkin partur av okkum á Glasi - klárur at føra flokkar til próvtøku og senda pisur á flog - so boðini komu sum ein skelkur, hóast vit høvdu hoyrt, at hann nú var álvarsliga sjúkur. 

Eg havi havt Hans Andreas sum starvsfelaga bæði á Kambsdali og í Hoydølum og havi bara gott at bera honum. 

Hann undirvísti í søgu og donskum, og í nakrar mánaðir arbeiddu vit í sama toymi, og var tað sera gevandi samstarv. 

Hans Andreas var dámligur, spakur, fyrikomandi, hjálpsamur, gløggur, skemtingarsamur og filosoferandi millum so mangt annað, hann var, og tað var altíð hugnaligt at vera har, hann var. Hann hevði henda serliga, gløgga humorin sum fáur annar, samstundis sum hann ikki gjørdi stórt hóvasták burtur úr sær sjálvum.

Við øllum sínum eginleikum fekk Hans Andreas bæði starvsfólk og næmingar at kenna seg væl, og eg veit, at hann eisini var væl dámdur og høgt virdur sum lærari, tí hann var fakliga sterkur og áhugaður, tolin og góður við næmingarnar.

Eg vil við hesum fáu reglum æra minnið um Hans Andreas og takka fyri tað, hann var fyri okkum øll sum starvsfelagi. 

Í djúpastu samkenslu við familjuni.

Margreta

Mánadagur 26. februar 2018

Góðu limir

Sum kunnugt skipaði Stýrið seg fríggjadagin 23. feb. 2018. Nikolina Olsen varð einmælt vald til forkvinnu. Hon tekur drúgvar royndir sum álitisfólk á Kambsdali við sær í Stýrið. Næstformaður gjørdist Búgvi Poulsen, sum hevur sitið sum skrivari í Stýrinum seinasta árið. Olgar Danielsen hevur drúgvar royndir í Stýrinum og heldur fram sum kassameistari, og nývalda Tina K. Jakobsen er nýggjur skrivari. Heilt nýggj er hon tó ikki í fakfelagssamanhangi, tí hon hevur verið álitisfólk á Setrinum eitt tíðarskeið. Høgni av Skarði er eisini nývaldur í Stýrið, og er hann vanligur stýrislimur. Høgni hevur drúgvar royndir innan leiðslu á Glasi.

Á stýrisfundi í dag hevur Stýrið skipað seg

fríggjadagur 23. februar 2018

Nikolina Olsen, forkvinna

Búgvi Poulsen, næstformaður

Olgar Danielsen, kassameistari

Tina K. Jakobsen, skrivari

Høgni av Skarði, stýrislimur

Stýrisvalið 2018

Eftir at hava bíðað eftir postinum úr Suðuroy í nakrar dagar, hava grannskoðarnir at enda talt allar atkøðurnar upp. Trý stóðu fyri vali hesa ferð. Valluttøkan var góð, 76% av limunum greiddu atkvøðu. 200 atkvøðuseðlar vórðu sendir út til limirnar og 152 gildugir atkvøðuseðlar vóru, tá grannskoðararnir høvdu talt upp.

Tey valdu vóru: 

Nikolina Olsen, Høgni av Skarði og Tina K. Jakobsen

Tiltakslimur:

Janus Norðberg

Samandráttur frá aðalfundinum í YF 20. Januar 2018.

Einir 40 limir vóru møttir, nakað meira enn undanfarin ár. Kári Holm Johannesen, sosiologur, hevði eina framløgu um høgan kendleika í Føroyum, har hann millum annað kom inn á, at vit kenna hvønn annan í nógvum ymsum samanhangum, og hvussu hetta ávirkar okkum. Sum undirvísarar á miðnámi kenna vit støðurnar væl aftur í yrki og privatlívi. Fleiri viðmerkingar og spurningar vóru til sera áhugaverdu framløguna, sum eisini stundum varð avbrotin, tá fundarluttakararnir høvdu lyndi at brosa heldur harðmælt, tá teir kendu seg aftur í dømum, Kári dróg fram. Tá framløga og kjak varð liðugt, var stuttur steðgur áðrenn sjálvur aðalfundurin byrjaði.

Hans Jacob Kollslíð varð valdur til fundarstjóra og stýrdi aðalfundinum við kønari hond. Valdu skrivararnir, Tina Jacobsen og Súsanna Eikhólm høvdu úr at gera við knappaborðini á lívliga fundinum, men hóast eymar fingrar varð fundurin væl og hegnisliga dokumenteraður.

Formaðurin greiddi frá farna ári, har sáttmálin endaliga kom uppá pláss í sept., men varð longu uppsagdur frá 1. okt. og longu áðrenn hetta varð ósemja um tulkingina av lønini fyri BV hjá HF-arum, sum endaði við at sendu málið í Fasta Gerðarrættin. 

Aftaná drúgvt avkotingararbeiðið er endiliga funnið fram til, hví vit eftir at nýggja breytarskipanin, var sett í gildi, undirvísa nógv meira (og tískil hava fleiri flokkar og fleiri næmingar): Høvuðsorsøkin er nógv minkaða undirvísingartímatalið í flestu lærugreinunum; oman á hetta kemur minkingin í skrivliga arbeiðnum og próvtøkutalinum. Sostatt er breytaskipanin ein klárt verri undirvísingarskipan fyri næmingar enn undanfarna skipan; hetta samstundis sum strongdin hjá lærarum veksur og trivnaðurin fellur. Tí hevur YF í endurskoðanarbólkinum skotið upp, at næmingartíðin á búskapar-, hug- og náttúrubreyt verður hækkað upp til 780 tímar, sum er á tøknibreytini. Somuleiðis verður mælt til, at talið á próvtøkum, verður hækkað aftur, eisini verður mælt til, at næmingatíðin, rektarin hevur at ráða yvir sambært § 62 í undirvísingarkunngerðini, verður økt úr 5 tímum og upp í 15 tímar til hvønn næming. 

Pedagogikum er aftur støðgað, tí hevur Stýrið sent Mentamálaráðnum skriv, har víst verður á, at í fíggjarlógarjáttanini fyri 2017 stendur viðmerkt, at praktiskt pædagogikum heldur fram, og aftur í fíggjarlógini fyri 2018 er viðmerkt, at praktiskt pedagogikum skal raðfestast hægst. Sostatt er opnað fyri eini uppfylgjan av málinum, har víst kann vera á møguligt lógarbrot. 

YF hevur havt samband við AKF um samanlegging seinasta árið og bað formaðurin um loyvi at halda fram við hesi tilgongd. 

Sáttmálasamráðingar standa fyri durum og tí luftaði formaðurin ymsar tankar hesum viðvíkjandi.

Aftaná var drúgvt og lívligt orðaskifti - serliga um kæruna um rektaran á Glasi 

Formansrøðan varð einmælt samtykt. 

Roknskapur og fíggjarætlan vórðu løgd fram og góðkend uttan tað stóra hóvastákið. Limagjaldið verður óbroytt.

Grannskoðararnir kunnaðu um uppstillingina til stýrisvalið. Trý standa fyri vali, og fýra vóru uppstillað, so aftur hesa ferð verður stríðsval. Kassameistarin, Olgar Danielsen, og skrivarin, Búgvi Poulsen, standa ikki fyri vali og halda sostatt fram í stýrinum.

Tey uppstillaðu eru Nikolina Olsen (Kambsdalur), Janus Norðberg (Glasir, Marknagil), Tina Jacobsen og Høgni av Skarði (bæði á Glasi, Hoydalar). Grannskoðararnir Christian Ihlen og Sámal Matras Kristiansen, sum báðir vórðu einmælt afturvaldir, skipa fyri valinum í næstum.

Kári Jespersen, formaður felagsins, boðaði á aðalfundinum frá, at hann ikki stillar upp aftur eftir 19 árum í stýrinum, herav tey seinastu 8 árini sum formaður. Samstundis stillar Henriette Svenstrup heldur ikki upp eftir 10 ár í stýrinum, tey seinastu árini sum næstforkvinna. Ein stór tøkk til tykkum bæði fyri langa og trúgva tænastu.

Aðalfundurin gekk væl, hóast nakað longri enn vanligt, so tað vóru svangir fundarluttakarar, sum fingu sær upp á tallerkarnar eftir fundin. Skrivararnir lósu drúgvu fundarfrágreiðingina upp undir borðhaldinum, og við lógvabrestum varð hon góðkend. Restin av kvøldinum var merkt av hugnaligari samveru og práti millum YF limirnar, sum høvdu leitað sær oman í Varðagøtu 8 hendan frálíka vetrardag.

Stýrið

Minningarorð um Poul Erik Smedemark, 3/5 1949 - 5/1 2018. 

 

“Poul Erik er farin”. Tú steðgar at anda eina løtu, tá ið tú frættir hetta. Hetta eru tung boð og fáa, tí tað er svárt er at missa góðar vinir. Hugurin sveimar og minnini koma fram um henda nógv umhildna studentaskúlalæraran. 

Poul Erik var ikki mikil maður í berum orðum, men fylti hann so mikið meira, í tí hann tókst við; tað, hann segði og gjørdi, var so mikið dygdargott og borgaði fyri so nógvum góðum, at tað ríkiliga fylti málið og dróg avriksglæmu uttan um mannin. 

Poul Erik var av dyggastu stuðlum, Yrkisfelagið Miðnám hevur havt. Hann varð valdur í Stýrið í 1999 og sat til 2012. Øll árini sum kassameistari. Hetta starv røkti hann til lítar. Hansara partur lá ikki eftir.

Poul Erik var dani og kom til Føroya í  1976 til at vera lærari á HF í Suðuroy. Hann undirvísti í støddfrøði og alisfrøði. Hann búsettist á Tvøroyri og tók lut í mongum, sum hoyrdi lokalsamfelagnum til. Hann var góður fótbóltspælari og var m.a. við at vinna føroyameistaraskapið við TB í 1977. Eftir at hann gavst at undirvísa á Miðnámi, hevur hann verið formaður í TB og ein meginstigtakari til at leggja fótbóltsliðini í Suðuroy saman. Hann var eisini stigtakari til at fáa nýggjan vøll inni í Trongisvági.  

Tá ið tunnilin millum Hov og Ørðavík skuldi gerast, vildi landsverk leggja tunnilin rættiliga ovarliga í fjallið. Men tá var tað, at Poul Erik saman við øðrum vísti síni roknikynstur og fekk sannført bæði landsverk og politikkarnar um, at tunnilin lá betri longur niðri. Nú er ongi í iva um, at hetta var rætta loysnin.

Eisini eftir at hann fór úr Stýrinum í YF, hevur hann verið okkum ein dyggur stuðul til at gera neyvar útrokningar at nýta í sáttmálasamráðingunum. Poul Erik var trúfastur, hevði hjartað á røttum staði og var álitismaður. Ongi evni vóru ov smá og ongi ov stór at koma til hansara við. 

Poul Erik giftist við Margit f. Larsen av Tvøroyri. Tey fingu tríggjar synir Brian, Jan og  Allan. Nú eru bæði Margit og Poul Erik farin. 

Yrkisfelagið ber fram sína djúpastu samkenslu við teimum eftirsitandi. 

 

Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um starvsfelagan og fakfelagsmannin Poul Erik Smedemark.

 

Hvíl í friði.

 

Vegna

Yrkisfelagið Miðnám.

Kári Jespersen 

YF - Stýrið skipaði seg 10. mars 2017, soleiðis: