Tíðindasavn

Søga skrivað á toppfundi í Reykjavík

Í gjár skrivaðu norðurlendsku fakfeløgini á undirvísingarøkinum søgu á toppfundi í Hørpuni í Reykjavik!

 

Hetta var fyrstu ferð, at vit í NLS - Nordiska Lärarorganisationers Samråd, vóru á fundi við allar okkara ráðharrar, sum vara av okkara øki.

 

Fundurin varð hildin í sambandi við at Norðurlendska Ráðharraráðið hevði fund í Reykjavík.

Evnið á fundinum var burðardygd á útbúgvinginarøkinum.



Tá forkvinnan í YF Miðnám, Birna Heinesen, tók orðið nevndi hon millum annað, at vit mugu hyggja bæði at náttúruni, útbúgvingarskipanini, næmingum og lærarum í mun til hugtakið burðardygd.

Birna nevndi eisini, at vit hava ov nógv ung fólk, ið hava tað trupult, ov nógvar lærarar, ið hava tað stríggið, og tað er ikki burðardygt.

Menniskjað, serliga komandi ættarlið, er, eins og náttúran, eitt tilfeingi, sum vit mugu fara væl um, og í útbúgvingahøpi er lærarin ein av lyklunum.

Eisini segði hon, at skulu vit eydnast í mun til burðardygd á hesum øki, mugu vit geva lærarum góðar umstøður at arbeiða undir og lurta eftir lærarum, tí teirra fakligheit byggir á vitan og drúgvar royndir.

 

Semja var millum bæði politikarar og fakfeløg um at standa saman um norðurlendsku skipanina, og at hava tílíkan fund aftur í næsta ár í Svøríki.

 

Í morgun var forkvinnan á vitjan á skrivstovuni hjá Kennarasambandi Íslands saman við aðalskrivaranum í NLS, har tey fingu eitt prát um stóru avbjóðingina á miðnámsskúlaøkinum í Íslandi, sum fyllir í fjølmiðlunum í løtuni; at landsstýrismaðurin á økinum ætlar at byggja størri skúlaeindir.

 

Sigast má, at somu avbjóðingar síggjast ofta aftur í fleiri londum, og tískil er sera týdningarmikið, at vit læra av hvør øðrum, bæði á fakfelagsstøði, men ikki minst, á politiskum støði samstundis.

Stýrið fyri YF hevur nú skipað seg

Stýrið fyri Yrkisfelagið Miðnám hevur nú skipað seg.

Forkvinna: Birna Heinesen, Miðnám á Kambsdali

Næstforkvinna: Tina K. Jakobsen, Glasir

Kassameistari: Hallur Oskar Olsen, Glasir

Skrivari: Maria Chun Nielsdóttir, Glasir

5. limur: Magni Høgnesen, Miðnám á Kambsdali

Varalimir eru Nikolina Olsen og Petra Eliasen, sum starvast ávíkavist á Miðnámi á Kambsdali og á Glasi.

Liljan enn tíðindaleiðari í Kringvarpinum

Pensjónsnýskipanin samtykt (kvf.fo 24.04.2018)

Lækkar ikki pensjónsinngjaldið (kvf.fo 20.04.2018)

Pensjónsnýskipan samtykt við aðru viðgerð (kvf.fo 20.04.2018)

Óneyðug pensjónsnýskipan (kvf.fo 19.04.2018)

Útlendskt fakfelag stúrir fyri pensjónsnýskipan (kvf.fo 16.03.2018)

Akademikararnir fáa eisini lønarhækkan (in.fo 23. mars 2018)