Í dag undirskrivaðu 12 fakfeløg avtalu við Fíggjarmálaráðið um felags lønarkarm. Partarnir eru samdir um, at lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2025 til 30. september 2026 er 3,87%.
Hetta er fyrstu ferð, at hesin felags leisturin er nýttur.
Í oktober 2025 varð arbeiðsbólkur settur við endamálinum at áseta ein felags lønarkarm.
Ein samdur arbeiðsbólkur mælti til, at grundarlagið fyri lønarkarminum er miðal produktivitetsvøksturin undanfarnu 5 árini og miðal prísvøkstur 3 ár aftur. Eisini mælti bólkurin til tillagingar í mun til lønarvøksturin á privata arbeiðsmarknaðinum, fyri at taka hædd fyri útboð og eftirspurningi á arbeiðsmarknaðinum.
Partarnir eru samdir um at tillaga karmin árliga við at knýta lønarvøksturin eftir hesi avtalu til lønarkamin á privata arbeiðsmarknaðinum. Karmurin fyri 1. oktober 2026 til 30. september 2027 verður ásettur fyrst í oktober 2026, tá nýggjastu tølini eru tøk.
Endamálið við avtaluni er at røkka einum støðugum og burðardyggum lønarvøkstri.
Hesi fakfeløgini eru við í avtaluni um felags lønarkarm:
Starvsfelagið
Akademikarafelag Føroya
Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Yrkisfelagið Miðnám
Farmakonomar
Kost- og Føðslufelagið
Hjálparlæknaráð Føroya (Yngri læknar)
Heilsurøktarafelagið
Føroyskir Fysioterapeutar
Føroya Tekniska Lærarafelag
Ljósmøðrafelag Føroya
Pharma Danmark
Hoyr innslagið í útvarpinum her:
Innkalling til aðalfund hjá Yrkisfelagnum Miðnámi
Aðalfundur felagsins verður fríggjadagin 20. februar 2026 kl. 18:30 í Gamla Handilsskúlanum á Glasi.
Skrá sambært viðtøkunum:
a. Velja fundarstjóra og tveir skrivarar
b. Góðkenna skránna
c. Ársfrágreiðing til góðkenningar
d. Grannskoðaður roknskapur leggjast fram og góðkennast
e. Góðkenna fíggjarætlan og áseta limagjald
f. Mál frá stýri og limum
g. Stýrisval
h. Velja tveir grannskoðarar millum limirnar
i. Ymiskt
Undir punkt g. kann upplýsast, at Birna Heinesen, Maria C. Nielsdóttir og Jóhan Petur Holm standa fyri vali. Birna stillar ikki upp aftur.
Eisini skal ein varalimur veljast.
Kunning:
Mál, sum skulu á skrá á aðalfundinum, skulu verða Stýrinum í hendi skrivliga í seinasta lagi 6.februar á yf@yf.fo.
Uppstillingar til stýrisvalið skulu vera granskoðarunum, Hallur Oskar Olsen, hoo@glasir.fo, og Brynjálvi I. Johansen, bij@glasir.fo, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. februar.
Tveir stillarar skulu senda váttan fyri hvønn uppstillaðan.
Endalig skrá við mannagongdum í sambandi við valið, tilmelding o.ø. verður send út í seinasta lagi 10 dagar áðrenn fundin.
Við fakfelagskvøðu
Vegna Stýrið
Maria Chun Nielsdóttir, forkvinna
24.01.2026
Yrkisfelagið Miðnám, saman við lærarafeløgum í Útnorði - samstarvið millum lærarafeløg í Íslandi, Føroyum og Grønlandi - vil við hesum sýna IMAK, systurfelag okkara í Grønlandi, og grønlenska fólkinum fullan og treytaleysan stuðul.
Grønlenska fólkið er væl umboðað av sínum lærarum - djørv, vitug og sera tilvitað um sína søgu. Tey vita, nær teirra upprunamentan, mál og samleiki eru hótt, og tey vita, at tey ikki standa einsamøll, tá hesi skulu verjast.
Røddin hjá tjóðini verður ikki avgjørd av stødd, fólkatali ella landaøki. Hon verður avgjørd av virðum, tign og ágrýtni hjá fólkinum, ið dagliga virkar fyri at styrkja samfelagið. Lærarar eru í fremstu røð í hesum ábyrgarfulla leikluti.
Vit eru errin av at kalla grønlendsku grannar okkara brøður og systrar. Vit staðfesta, at Grønland og grønslendska fólkið hava ófrávíkiligan rætt at ráða yvir síni egnu framtíð.
Ein mentan, sum verður stýrd av teimum “stóru og sterku” kann ongantíð góðtakast. Yvirvald má ongantíð kolldøma virðing fyri fólki, náttúru og søgu. Vit taka frástøðu frá øllum heimsfatanum, sum eru grundaðar á hóttanir og kúgan.
Vit standa saman við Grønlandi. Vit standa saman við IMAK - nú og í framtíðini.
Grønland er ikki til sølu. Grønland skal ikki takast. Vit stuðla Grønlandi.
24.01.2026
Tøknin kann vera ein virðismikil stuðul í undirvísingi – men hon broytir ikki ta ábyrgdina, sum lærarin hevur.
Í dag, sum er Altjóða dagur fyri útbúgving (International Day of Education), verður ljós varpað á týdningin, sum útbúgving hevur fyri fólkaræði, javnstøðu og burðardygga menning í heiminum. Vit, sum skriva hetta, umboða tilsamans yvir eina hálva millión lærarar og skúlaleiðarar í Norðurlondunum. Vit virka í einari samtíð, har menningin innan tøkni gongur skjótt, og har hátturin, sum vitlíki verður brúkt í skúlanum, fer at ávirka, hvørt grundleggjandi virðini hjá skúlanum verða varveitt, ella um tey máast burtur.
Spurningurin er ikki, um menningin hendir – men hvussu og eftir hvørjum treytum. Tí er neyðugt, at okkara rødd fær serstaka ávirkan í avgerðunum fyri framman.
Vit halda, at um tøkni skal fremja undirvísing á høgum støði, so má sjálvræðið hjá lærarayrkininum, gerast greitt og verjast. Tað má vera lærarayrkið, sum avger, um, nær og hvussu vitlíki verður brúkt í undirvísingini. Undirvísing er grundað á yrkisfakligt skyn, didaktiskar førleikar og viðurskifti millum fólk, og her kann tøknin vera eitt amboð – men ongantíð útgangsstøðið í undirvísingini ella ráðandi normurin.
Samstundis síggja vit ein øktan vanda fyri, at stórar avgerðir um tøkni verða tiknar langt frá flokshølunum. Tá lærarayrkið ikki verður tikið uppí, er vandi fyri, at menningin verður stýrd av øðrum fyrilitum, enn tørvunum hjá undirvísingini. Avgerðir um vitlíki og talgilding í skúlanum mugu verða grundaðar á gransking og skjalprógvaðar royndir, og tær mugu takast í samráð við lærarayrkið.
Fyri at lærarayrkið skal hava veruliga ávirkan, er tørvur á viðkomandi kunnleika. Norðurlondini mugu tí hvør sær tryggja, at skipanir og tilfeingi koma í lag, sum skulu veita granskingargrundaða eftirútbúgving og førleikamenning til lærarar.
Talgilding í skúlanum kann ikki byggja á, at tað verður væntað av lærarayrkinum, at tað megnar hesa umstillingina sjálvstøðugt. Lærarar mugu fáa tíð og viðkomandi stuðul til at umleggja granskingina til praksis og at skilja og meta um avleiðingarnar, sum tøknin hevur við sær.
Førleikamenning er eisini ein treyt fyri javnlíkar fortreytir í skúlanum. Um vitlíkisskipanir verða settar í verk á ymiskar hættir, ella um kommunur og rektarar hava ymiskar fíggjarligar fortreytir fyri at geva lærarum viðkomandi førleikamenning ella gera íløgur í tøknini, so er vitlíki í vanda fyri at økja um munin millum skúlar og næmingar. Stjórnirnar í Norðurlondunum mugu tí veita tilfeingi og umstøður, sum arbeiða ímóti, at ójavni verður bygdur inn í talgildu menningina av skúlanum.
Men yrkisfakligir førleikar og ávirkan kunnu ikki standa einsamøll. Tað má eisini gerast greitt, hvar markið gongur, fyri hvussu vitlíki kann brúkast í skúlanum. Vitlíki má ongantíð brúkast til eftirlit við næmingum ella starvsfólki. Integritetur og rættartrygd mugu vera útgangsstøðið. Vitlíkisreglugerðin hjá Evropeiska samveldinum er her eitt umráðandi verjutiltak, sum má verjast og ikki gerast veikari. Her mugu Norðurlondini ganga á odda og standa fyri sterkum integriteti, rættartrygd og almennum eftirliti. Útbúgving krevur sterkar rættarligar karmar, sum tryggja ábyrgd, innlit og virðing fyri tí Norðurlendska modellinum, sum er grundað á álit.
Framtíðarinnar skúli rúmar bæði bókum, blýantum, talgildum amboðum og vitlíki. Tøknin kann vera ein virðismikil stuðul í undirvísingi – men hon broytir ikki ta ábyrgdina, sum lærarin hevur. Hon má ongantíð koma í staðin fyri lærarar ella gerast ein umvegur til sparingar. Tøkni kann gera leiðsluna sjálvvirkna, men hon hon kann ongantíð gera viðurskifti millum fólk, námsfrøðiligar metingar ella kjarnuna í undirvísingini sjálvvirkna. Læring rúmar nógvum, sum eingin tøkni fær gjørt: møtið ímillum menniskju, samrøðan, málið og minnið, spælið, hondskrivingin og kritiskur hugsanarháttur. Tá avgerð skal takast um tøkni, bók, pappír – ella eitt bland av øllum – eru røtt amboð í viðkomandi undirvísingarstøðu ein ábyrgd, sum altíð má liggja hjá læraranum.
Norðurlond hava góðar fortreytir fyri at ganga á odda í at menna eina javnlíka nýtslu av vitlíki í skúlanum, har lærarin stýrir. Men politisk ábyrgd er neyðug. Tí heita vit á stjórnirnar í londum okkara um at skapa eina felags tilgongd til vitlíki á útbúgvingarøkinum, sum samsvarar við tey krøv, vit nágreina her. Tørvur er á, at landið ger eina ætlan, sum gevur lærarayrkinum veruliga ávirkan og slær greitt fast, at tøknin skal stuðla – men ongantíð stýra ella koma í staðin fyri – ta lærarastýrdu undirvísingina.
Vit eru fyri menning innan vitlíki og talgilding. Vit, forfólkini í limafeløgunum í Nordiska lärarorganisationers samråd (NLS), síggja okkum tí sum sjálvsagdir samstarvsfelagar, tá stjórnirnar skulu velja røttu leið.
Vegna NLS (Nordiska lärarorganisationers samråd),
Yrkisfelag Miðnám, Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag
12.02.2025
Takk fyri ein góðan aðalfund!
Aðalfundur felagsins varð í ár hildin á gamla Handilsskúlanum í Havn.
Áðrenn aðalfundin løgdu nøkur teirra, sum tóku námsfrøðiliga útbúgving skúlaárið 2023/2024, fram um ritgerðirnar, sum tey skrivaðu í sambandi við útbúgvingina. Síðani var kjak um evnini, sum tey høvdu arbeitt við.
Yrkisfelagið Miðnám takkar Tinu K. Jakobsen og Magna Høgnesen fyri teirra arbeiði í stýrinum seinastu árini.
Stýrið skipaði seg á fundi í seinastu viku, og sær nú soleiðis út:
Maria Chun Nielsdóttir, forkvinna
Rannvá Mortansdóttir, næstforkvinna
Petra Arge Eliassen, skrivari
Birna Heinesen, kassameistari
Jóhan Petur Holm, stýrislimur
Varalimir eru Maud Julianna Næs og Súsanna Eikhólm.
24. januar verður altjóða útbúgvingardagur (International Day of Education) hildin. ST stovnaði dagin fyri at seta sjóneykuna á týðandi leiklutin, sum útbúgving hevur fyri frið, menning og burðardygd. Vit, norðurlendsku lærara- og skúlaleiðslufeløgini, sum umboða yvir 600.000 lærarar og skúlaleiðarar, vilja beina eina greiða felags áheitan til stjórnir okkara: Gerið íløgur í útbúgving – og við tí, í felags framtíð okkara. Hvør króna ella evra, sum verður spard í skúlanum í dag, verður ein missur fyri samfelagið í morgin.
Tað er nógv, sum sameinir okkum í Norðurlondum. Vit hava søgu, mentan og virði í felag, umframt sterka siðvenju í at byggja javnlík samfeløg. Norðulendska modellið hevur leingi verið ein altjóða viðurkend fyrimynd.
Kjarnin í modellinum er útbúgvingarskipanin, sum byggir á javnvirði og góðsku og er hornasteinur undir einum sterkum fólkaræði og einum vælvirkandi samfelag. Lærararnir og skúlaleiðslan eru altavgerandi, um hetta skal virka til lítar – tey bera skipanina og hava ein týðandi leiklut í menningini hjá einstaklinginum. Men í dag eru vit í vanda fyri at missa okkara góða ummæli og enda sum eftirbátur. Komandi tíðina kunnu vit vænta ørkymlandi broytingar við avbjóðingum sum vantandi fígging, vantandi javnvirði, avtøku av eftirliti og økta kapping á skúlaøkinum, samstundis sum stættamunir og munir í næmingaúrslitum økjast.
Nordiska lärarorganisationers samråd (NLS) hevur kannað, hvussu skúlaskipanir verða fíggjaðar í Norðurlondunum. Ein frágreiðing frá kanningini vísir bæði á munir og felags trupulleikar, men tann niðurstøðan, sum var mest skelkandi, var ójavnvágin ímillum endamál og umstøður – t.v.s. munurin á krøvum og tilfeingi. Øll Norðurlond seta sær framsøkin mál fyri skúlan, tá tað snýr seg um javnvirði, góð úrslit og javnandi ávirkanini (t.e. í hvønn mun tryggjað verður, at allir næmingar eru á jøvnum føti, uttan mun til umstøður og fortreytir teirra annars). Samstundis verður væntað av kommununum, sum ofta eru avmarkaðar fíggjarliga, at tær eiga høvuðsábyrgdina av at fíggja virksemið. Endamál og umstøður eiga at hanga saman, men í praksis er sera langt ímillum hesi. Eisini verður væntað, at partar av útbúgvingarøkinum verða riknir sum fyritøkur, hóast avbjóðingarnar eru tær somu sum hjá kommunala økinum.
Fíggjarskipaninar í londum okkara, sum í síni heild eru bundnar at skattargrundarlagnum og raðfestingunum hjá kommununum, eru ónøktandi, ójavnlíkar og óforútsigiligar. Fíggjarligt undirskot og stutttíðarniðurskerjingar í einstøku kommununum gera tað ógjørligt at halda høgu krøvini til útbúgvingargóðsku og javnandi ávirkan, sum landið setur sær. Hjá lærarum og skúlaleiðslu førir hetta til eina alsamt vaksandi arbeiðsbyrðu og arbeiðsumstøður undir áhaldandi trýsti, sum bara økist, og hetta ávirkar síðani beinleiðis næmingaúrslitini og ta javnandi ávirkanina.
Vit, sum eru tey norðurlendsku lærara- og skúlaleiðslufeløgini, krevja broyting:
Hvørt land má hækka sín part av útbúgvingarfíggingini. Kommunurnar, sum bera ta størstu ábyrgdina fyri fígging skúlans, megna ikki uppgávuna sjálvar, tá tær ikki hava tað tilfeingið, sum krevst fyri at náa høgu krøvunum, sum landið setur. Londini mugu taka høvuðsábyrgdina fyri at skapa støðufesti og langtíðarhaldføri í skúlafíggingini.
Tilfeingisbýtið má verða javnandi allastaðni. Tað er neyðugt at tryggja, at tilfeingið verður rættvíst býtt og býtt eftir tørvi, soleiðis at skúlar við størri avbjóðingum fáa tað, sum teimum tørvar.
Uttan eina javnlíka og vælvirkandi útbúgvingarskipan er tað torført at viðlíkahalda tey fólkaræðisligu virðini og ta vælferð, sum norðurlondini eru kend fyri. Fyri at lond okkara skulu halda fram við at vera fyrimyndir innan útbúgving og samfelagsbygging, so mugu stjórnir okkara traðka fram, taka ábyrgd og tryggja øllum eina javnlíka og góða útbúgving.
Tina K. Jakobsen, forkvinna, Yrkisfelagið miðnám
Jacob Eli Olsen, formaður, Føroya Lærarafelag
Sanna á Løgmansbø, forkvinna, Føroya Pedagogfelag
Elisa Rimpler, forkvinna, Børne- og Ungdomspædagogernes Landsforbund BUPL
Gordon Ørskov Madsen, formaður, Danmarks Lærerforening
Monica Lendal Jørgensen, forkvinna, Frie Skolers Lærerforening
Tomas Kepler, formaður, Gymnasieskolernes Lærerforening
Inger Damlin, forkvinna, Finlands svenska lärarförbund FSL
Katarina Murto, forkvinna, Opetusalan Ammattijärjestö / Undervisningssektorns Fackorganisation OAJ
Arnaq Brønlund, forkvinna, Nunatsinni Perorsaasut Kattuffiat NPK
Elna Heilmann, forkvinna, IMAK
Magnús Þór Jónsson, formaður, Kennarasamband Íslands
Mette Johnsen Walker, forkvinna, Skolens landsforbund SL
Geir Røsvoll, formaður, Utdanningsforbundet
Anna Olskog, forkvinna, Sveriges Lärare
Ann-Charlotte Gavelin Rydman, forkvinna, Sveriges Skolledare
29/12/2024
Skrá sambært viðtøkunum
1. Velja fundarstjóra og tveir skrivarar
2. Góðkenna skránna
3. Ársfrágreiðing til góðkenningar
4. Grannskoðaður roknskapur leggjast fram og góðkennast
5. Góðkenna fíggjarætlan og áseta limagjøld
a. vanligt limagjald
b. serstakt minsta gjald[1]
6. Mál frá stýri og limum
7. Stýrisval
8. Velja tveir grannskoðarar millum limirnar
9. Ymiskt
a. Arbeiðsbólkurin um fjarundirvísing greiðir frá sínum úrslitum
Stýrisval
2 stýrislimir og ein tiltakslimur standa fyri vali hesaferð. Uppskot til valevni, ið skulu hava 2 stillarar, skulu vera grannskoðarunum í hendi í seinasta lagi 17. januar 2025. Atkvøðugreiðslan fer fram á aðalfundinum og við brævatkvøðu.
Valskeiðið er 2 ár fyri stýrislimir og 2 ár fyri tiltakslimir.
Brævakvøða
Limur, ið ikki fær møtt á aðalfundi, kann greiða brævatkvøðu. Seinasta freist at lata einum álitisfólki brævatkvøðuna er mikudagin 29. januar 2025 kl. 18:00. Atkvøðuseðil fæst frá álitisfólkinum á staðnum, tá ið freistin at stilla upp er farin.
Mál frá stýri og limum
Mál frá limunum skulu vera stýrinum skrivliga í hendi í seinasta lagi 17. januar 2025.
Aðalfundurin er altíð viðtøkuførur, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
Døgurði
Sum siður er, verður tiltak fyri limirnar áðrenn aðalfundin. Í ár hava vit biðið nøkur teirra, ið blivu liðug námsfrøðiliga útbúgving sína í summar, um at greiða frá teirra uppgávum. Elisabeth Purkhús í Lambanum, Hallgerð Brim, Helgi Eidesgaard, Jákup Bernhard Brim Joensen og Tórur Didrik Djurhus fara at halda stuttar framløgur, so tíð eisini verður til kjak og spurningar.
Aftan á aðalfundin verður døgurði. Til døgurðan er neyðugt, at tit boða frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 22. januar. Boða einum stýrislimi frá luttøku ella send ein tpost til yf@yf.fo.