AÁB...

AÐALFUNDUR

Aðalfundur er á hvørjum ári í seinasta lagi á pálsmessu 25. Januar. Stýrið verður valt í sambandi við aðalfundin.

ÁLITISFÓLK

Álitisfólk felagsins eru ein týðandi partur av virkseminum hjá YF Miðnám. Tey ansa eftir, at lógir, sáttmálar og fyriskipanir í gildi á arbeiðsplássinum verða hildin. Yvirlit yvir álitisfólk er á heimasíðuni www.yf.fo.

Ivast tú í tínum starvsviðurskiftum, løn, rættindum ella øðrum kanst tú venda tær til títt álitisfólk. Álitisfólkið vendir sær síðani til Stýrið, um tørvur er á tí.

BARSIL

Foreldur barnsins hava rætt at vera heima í 52 vikur í barsilsfarloyvi. Ein partur av vikunum er oyramerktur til pápan, ein partur til mammuna, ein partur kann býtast ímillum. Av tí at reglurnar um barsilsviðurskifti ofta verða dagførdar, vísa vit til heimasíðuna www.barsil.fo fyri nágreiniliga kunning. Av áðurnevndu vikum verður eitt tíðarskeið goldið av arbeiðsgevaranum. Tær vikurnar, ið arbeiðsgevarin ikki rindar lønina í barsilsfarloyvinum, kanst tú søkja um barsilspening frá Barsilsskipanini.

Um limagjald í barsilsfarloyvistíðarskeiðinum sí “Farloyvi”.

Vend tær til álitisfólk ella stýrið, um tú hevur spurningar um barsilsfarloyvi.

BÚSTAÐUR

Minst til at boða YF Miðnám frá, um tú skiftir bústað.

EFTIRLØN OG PENSJÓN

Limir í YF hava sínar pensjónir og eftirlønir í LÍV. Lesið um hetta í faldara undir breddanum ”Eftirløn” á heimasíðuni.

Sum limur í YF ert tú harumframt tryggjað/-ur við samlagstrygging, sum fevnir um útgjald (skattafrítt) við deyða á:

18 - 59 ár kr. 800.000,00

60 - 61 ár kr. 700.000,00

62 - 63 ár kr. 600.000,00

64 - 66 ár kr. 500.000,00

Harumframt fær limur við hættisligari sjúku hjá sær ella barni eitt skattafrítt útgjald á kr. 150.000.

FARLOYVI

Boða frá á yf@yf.fo um tú fert í farloyvi. Fært tú løn í farloyvinum heldur limaskapurin fram óbroyttur, t.d. teir fyrstu mánaðirnar, tú ert í barsilsfarloyvi. Fært tú ikki løn í farloyvinum fært tú rokning frá YF Miðnám á kr. 275,- um mánaðin. Hetta er fyri umsiting hjá YF. Tá ið tú fært løn frá arbeiðsplássinum aftur, eigur tú at boða frá, so mánaðarligu rokningarnar steðga og limagjaldið til YF aftur kann takast av lønini ígjøgnum Gjaldstovuna.

HEIMASÍÐAN

Á www.yf.fo er kunning um limaviðurskifti, tryggingar og annað.

HÚSIÐ

Í húsinum er skrivstova, køkur, stova á loftinum. Í miðhæddini er gestakamar og eitt størri høli til fundir o.a.

Vend tær til næstforfólkið, um tú ynskir at nýta húsið.

LIMAGJALD

Limagjaldið er 1,25 % av føstu mánaðarlønini, tó í minsta lagi kr. 275,- um mánaðin, limagjaldið fevnir eisini um samlagstryggingina. Um títt gjald er minni enn kr. 275,-, kanst tú gjalda munin til YF eftir avtalu.

Gjaldstovan tekur limagjaldið av A-inntøkuni. Sí tó “Farloyvi” og “Barsilsfarloyvi”.

PENSJÓN

Sí “Eftirløn”.

RÆTTINDI

Vit mæla til, at tú fyrst vendir tær til títt áltisfólk, um tú hevur spurningar um tíni limaviðurskifti, tíni rættindi ella annað. Yvirlit yvir álitisfólk, teldupost og telefon er á heimasíðu felagsins. Hevur tú av tørv á, at koma beinleiðis í samband við Stýrið kann hetta gerast við at skriva til yf@yf.fo ella ringja 311916/283916.

SAMSTARV

YF samstarvar við onnur fakfeløg, serliga við GL (Gymnasieskolernes Lærerorganisation). YF er limur í NLS (Nordiske Lærerorganisationers Samråd). YF útvegar lærarastovunum blaðið ”Gymnasieskolen”, ið GL gevur út.

SÁTTMÁLI

Galdandi sáttmáli fór úr gildi 1. oktober 2017, men er virkandi sáttmáli til nýggjur er undirskrivaður. Sáttmálin er á heimasíðu felagsins. Til ber at útskriva hann har, ella biðja álitisfólk lata tær eitt eintak.

STÝRISFUNDUR

Stýrið í YF Miðnám hittist til fundar fríggjadagar í makaviku. Skriva á yf@yf.fo um tú hevur ein fyrispurning ella mál til Stýrið. Ofta vita álitisfólkini svar uppá tín spurning, og tað kann tí vera hent at venda sær til tey fyrst. Sí yvirlit yvir álitisfólk á heimasíðuni.


TÍMALÆRARAR

Tímalærarar fáa ikki vanliga løn í juli. Tí verður rokning fyri limagjald send fyrst í august.