Tíðindi

Frá Yrkisfelagnum

Mánadagur 26. februar 2018

Góðu limir

Sum kunnugt skipaði Stýrið seg fríggjadagin 23. feb. 2018. Nikolina Olsen varð einmælt vald til forkvinnu. Hon tekur drúgvar royndir sum álitisfólk á Kambsdali við sær í Stýrið. Næstformaður gjørdist Búgvi Poulsen, sum hevur sitið sum skrivari í Stýrinum seinasta árið. Olgar Danielsen hevur drúgvar royndir í Stýrinum og heldur fram sum kassameistari, og nývalda Tina K. Jakobsen er nýggjur skrivari. Heilt nýggj er hon tó ikki í fakfelagssamanhangi, tí hon hevur verið álitisfólk á Setrinum eitt tíðarskeið. Høgni av Skarði er eisini nývaldur í Stýrið, og er hann vanligur stýrislimur. Høgni hevur drúgvar royndir innan leiðslu á Glasi.

Á stýrisfundi í dag hevur Stýrið skipað seg

fríggjadagur 23. februar 2018

Nikolina Olsen, forkvinna

Búgvi Poulsen, næstformaður

Olgar Danielsen, kassameistari

Tina K. Jakobsen, skrivari

Høgni av Skarði, stýrislimur

Stýrisvalið 2018

Eftir at hava bíðað eftir postinum úr Suðuroy í nakrar dagar, hava grannskoðarnir at enda talt allar atkøðurnar upp. Trý stóðu fyri vali hesa ferð. Valluttøkan var góð, 76% av limunum greiddu atkvøðu. 200 atkvøðuseðlar vórðu sendir út til limirnar og 152 gildugir atkvøðuseðlar vóru, tá grannskoðararnir høvdu talt upp.

Tey valdu vóru:

Nikolina Olsen, Høgni av Skarði og Tina K. Jakobsen

Tiltakslimur:

Janus Norðberg

Samandráttur frá aðalfundinum í YF 20. Januar 2018.

Einir 40 limir vóru møttir, nakað meira enn undanfarin ár. Kári Holm Johannesen, sosiologur, hevði eina framløgu um høgan kendleika í Føroyum, har hann millum annað kom inn á, at vit kenna hvønn annan í nógvum ymsum samanhangum, og hvussu hetta ávirkar okkum. Sum undirvísarar á miðnámi kenna vit støðurnar væl aftur í yrki og privatlívi. Fleiri viðmerkingar og spurningar vóru til sera áhugaverdu framløguna, sum eisini stundum varð avbrotin, tá fundarluttakararnir høvdu lyndi at brosa heldur harðmælt, tá teir kendu seg aftur í dømum, Kári dróg fram. Tá framløga og kjak varð liðugt, var stuttur steðgur áðrenn sjálvur aðalfundurin byrjaði.

Hans Jacob Kollslíð varð valdur til fundarstjóra og stýrdi aðalfundinum við kønari hond. Valdu skrivararnir, Tina Jacobsen og Súsanna Eikhólm høvdu úr at gera við knappaborðini á lívliga fundinum, men hóast eymar fingrar varð fundurin væl og hegnisliga dokumenteraður.

Formaðurin greiddi frá farna ári, har sáttmálin endaliga kom uppá pláss í sept., men varð longu uppsagdur frá 1. okt. og longu áðrenn hetta varð ósemja um tulkingina av lønini fyri BV hjá HF-arum, sum endaði við at sendu málið í Fasta Gerðarrættin.

Aftaná drúgvt avkotingararbeiðið er endiliga funnið fram til, hví vit eftir at nýggja breytarskipanin, var sett í gildi, undirvísa nógv meira (og tískil hava fleiri flokkar og fleiri næmingar): Høvuðsorsøkin er nógv minkaða undirvísingartímatalið í flestu lærugreinunum; oman á hetta kemur minkingin í skrivliga arbeiðnum og próvtøkutalinum. Sostatt er breytaskipanin ein klárt verri undirvísingarskipan fyri næmingar enn undanfarna skipan; hetta samstundis sum strongdin hjá lærarum veksur og trivnaðurin fellur. Tí hevur YF í endurskoðanarbólkinum skotið upp, at næmingartíðin á búskapar-, hug- og náttúrubreyt verður hækkað upp til 780 tímar, sum er á tøknibreytini. Somuleiðis verður mælt til, at talið á próvtøkum, verður hækkað aftur, eisini verður mælt til, at næmingatíðin, rektarin hevur at ráða yvir sambært § 62 í undirvísingarkunngerðini, verður økt úr 5 tímum og upp í 15 tímar til hvønn næming.

Pedagogikum er aftur støðgað, tí hevur Stýrið sent Mentamálaráðnum skriv, har víst verður á, at í fíggjarlógarjáttanini fyri 2017 stendur viðmerkt, at praktiskt pædagogikum heldur fram, og aftur í fíggjarlógini fyri 2018 er viðmerkt, at praktiskt pedagogikum skal raðfestast hægst. Sostatt er opnað fyri eini uppfylgjan av málinum, har víst kann vera á møguligt lógarbrot.

YF hevur havt samband við AKF um samanlegging seinasta árið og bað formaðurin um loyvi at halda fram við hesi tilgongd.

Sáttmálasamráðingar standa fyri durum og tí luftaði formaðurin ymsar tankar hesum viðvíkjandi.

Aftaná var drúgvt og lívligt orðaskifti - serliga um kæruna um rektaran á Glasi

Formansrøðan varð einmælt samtykt.

Roknskapur og fíggjarætlan vórðu løgd fram og góðkend uttan tað stóra hóvastákið. Limagjaldið verður óbroytt.

Grannskoðararnir kunnaðu um uppstillingina til stýrisvalið. Trý standa fyri vali, og fýra vóru uppstillað, so aftur hesa ferð verður stríðsval. Kassameistarin, Olgar Danielsen, og skrivarin, Búgvi Poulsen, standa ikki fyri vali og halda sostatt fram í stýrinum.

Tey uppstillaðu eru Nikolina Olsen (Kambsdalur), Janus Norðberg (Glasir, Marknagil), Tina Jacobsen og Høgni av Skarði (bæði á Glasi, Hoydalar). Grannskoðararnir Christian Ihlen og Sámal Matras Kristiansen, sum báðir vórðu einmælt afturvaldir, skipa fyri valinum í næstum.

Kári Jespersen, formaður felagsins, boðaði á aðalfundinum frá, at hann ikki stillar upp aftur eftir 19 árum í stýrinum, herav tey seinastu 8 árini sum formaður. Samstundis stillar Henriette Svenstrup heldur ikki upp eftir 10 ár í stýrinum, tey seinastu árini sum næstforkvinna. Ein stór tøkk til tykkum bæði fyri langa og trúgva tænastu.

Aðalfundurin gekk væl, hóast nakað longri enn vanligt, so tað vóru svangir fundarluttakarar, sum fingu sær upp á tallerkarnar eftir fundin. Skrivararnir lósu drúgvu fundarfrágreiðingina upp undir borðhaldinum, og við lógvabrestum varð hon góðkend. Restin av kvøldinum var merkt av hugnaligari samveru og práti millum YF limirnar, sum høvdu leitað sær oman í Varðagøtu 8 hendan frálíka vetrardag.

Stýrið

Minningarorð um Poul Erik Smedemark, 3/5 1949 - 5/1 2018.

“Poul Erik er farin”. Tú steðgar at anda eina løtu, tá ið tú frættir hetta. Hetta eru tung boð og fáa, tí tað er svárt er at missa góðar vinir. Hugurin sveimar og minnini koma fram um henda nógv umhildna studentaskúlalæraran.

Poul Erik var ikki mikil maður í berum orðum, men fylti hann so mikið meira, í tí hann tókst við; tað, hann segði og gjørdi, var so mikið dygdargott og borgaði fyri so nógvum góðum, at tað ríkiliga fylti málið og dróg avriksglæmu uttan um mannin.

Poul Erik var av dyggastu stuðlum, Yrkisfelagið Miðnám hevur havt. Hann varð valdur í Stýrið í 1999 og sat til 2012. Øll árini sum kassameistari. Hetta starv røkti hann til lítar. Hansara partur lá ikki eftir.

Poul Erik var dani og kom til Føroya í 1976 til at vera lærari á HF í Suðuroy. Hann undirvísti í støddfrøði og alisfrøði. Hann búsettist á Tvøroyri og tók lut í mongum, sum hoyrdi lokalsamfelagnum til. Hann var góður fótbóltspælari og var m.a. við at vinna føroyameistaraskapið við TB í 1977. Eftir at hann gavst at undirvísa á Miðnámi, hevur hann verið formaður í TB og ein meginstigtakari til at leggja fótbóltsliðini í Suðuroy saman. Hann var eisini stigtakari til at fáa nýggjan vøll inni í Trongisvági.

Tá ið tunnilin millum Hov og Ørðavík skuldi gerast, vildi landsverk leggja tunnilin rættiliga ovarliga í fjallið. Men tá var tað, at Poul Erik saman við øðrum vísti síni roknikynstur og fekk sannført bæði landsverk og politikkarnar um, at tunnilin lá betri longur niðri. Nú er ongi í iva um, at hetta var rætta loysnin.

Eisini eftir at hann fór úr Stýrinum í YF, hevur hann verið okkum ein dyggur stuðul til at gera neyvar útrokningar at nýta í sáttmálasamráðingunum. Poul Erik var trúfastur, hevði hjartað á røttum staði og var álitismaður. Ongi evni vóru ov smá og ongi ov stór at koma til hansara við.

Poul Erik giftist við Margit f. Larsen av Tvøroyri. Tey fingu tríggjar synir Brian, Jan og Allan. Nú eru bæði Margit og Poul Erik farin.

Yrkisfelagið ber fram sína djúpastu samkenslu við teimum eftirsitandi.

Við hesum fáu orðum lýsa vit frið yvir minnið um starvsfelagan og fakfelagsmannin Poul Erik Smedemark.

Hvíl í friði.

Vegna

Yrkisfelagið Miðnám.

Kári Jespersen

YF - Stýrið skipaði seg 10. mars 2017, soleiðis:

  • Formaður: Kári Jespersen, FSH
  • Næstforkvinna: Henriette Svenstrup, FSH
  • Skrivari: Búgvi Poulsen, FSH
  • Kassameistari: Olgar Danielsen, MÁK
  • Stýrislimur: Janus Norðberg; FH